Great Barrington-yvirlýsingin

Sum farsóttarfrøðingar í smittusjúkum og heilsuvísindafólk eru vit sera stúrin um skaðiligu ávirkanina á krops- og sálarheilsuna av førda COVID-19 politikkinum, og vilja vit tí viðmæla eina tilgongd, ið vit kalla miðvís verja.

Vit koma frá bæði høgra og vinstra og ymsastaðni frá kring knøttin, og vit hava vígt yrkislív okkara til at verja fólk. Núverandi afturlatingar-tiltøkini í førda COVID-19 politikkinum hava oyðileggjandi stutttíðar- og langtíðarárin á fólkaheilsuna. Úrslitini av førda politikkinum, bert fyri at nevna nøkur, eru minni títtleiki av barnakoppsetingum, vánaligari hjarta-æðra-sjúkuútlit, færri krabbameinskanningar og verri sálarheilsa – sum hevur við sær størri deyðstíttleika komandi árini, har verkamannafjøldin og yngri fólk í samfelagnum bera tyngstu byrðarnar. At halda ungum fólki úr skúlanum er ein álvarsamur órættur.

At hesi tiltøk halda fram, inntil ein koppseting er funnin, fer at hava óbótaligan skaða við sær, sum serliga fer at ganga út yvir tey veikastu í samfelagnum.

Tíbetur veksur vitan okkara um virusið. Vit vita, at vandin fyri at doyggja av COVID-19 er meira enn túsund ferðir hægri hjá teimum gomlu og heilsuveiku enn hjá teimum ungu. Hjá børnum er COVID-19 enntá minni vandamikið enn nógvar aðrar sjúkur, harímillum influensa.

So hvørt sum floksimmuniteturin veksur í fólkinum, fer vandin fyri smittu – eisini hjá teimum veiku – niður. Vit vita, at við tíðini fara øll fólk at fáa floksimmunitet, har títtleikin av nýggjum smittutilburðum er stabilur, og hetta kann verða hjálpt ávegis við (men er ikki treytað av) koppseting. Mál okkara eigur tí at vera at minka um vandan fyri deyða og sosialum skaða, inntil vit hava fingið floksimmunitet.

Tann mest samkennandi tilgongdin, sum javnvigar vandarnar og fyrimunirnar av at røkka floksimmuniteti, er at loyva teimum, ið ikki eru í vandabólki, at liva sum áður fyri at byggja immunitet fyri virusinum upp gjøgnum natúrliga smittu, meðan vit verja tey, ið eru í vandabólki. Hetta kalla vit miðvísa verju.

At seta tiltøk í verk, sum verja tey veiku, eigur at vera høvuðsendamálið hjá fólkaheilsu-myndugleikunum, tá ið talan er um COVID-19. Sum dømi áttu ellis- og røktarheim at sett heilsustarvsfólk í starv, ið eru immun, og regluliga tikið royndir av øðrum starvsfólki og vitjandi. Starvsfólk skulu helst skiftast so lítið sum gjørligt. Heimabúgvandi pensjonistar skuldu fingið matvørur og aðrar neyðsynjarvørur koyrdar heim til sín. Vitjandi familja skuldi helst møtst uttandura heldur enn innandura. Ein víðfevndur og neyvur listi av tiltøkum við leiðbeiningum til

húsarhald, ið hava fleiri ættarleið búgvandi, kann verða settur í verk, og er væl møguligur hjá heilsumyndugleikunum at útinna.

Tey, ið ikki eru í vandabólki, eiga beinanvegin at sleppa at liva sum vanligt. Einføld reinføristiltøk, so sum at vaska sær um hendurnar og at vera heima, tá ið ein er sjúkur, skulu verða hildin av øllum fyri at lækka gáttina til floksimmunitet. Skúlar og lærdir háskúlar eiga at vera latnir upp fyri persónligari undirvísing. Frítíðarítrív, so sum ítróttur, skal verða tikin uppaftur. Ung vaksin, ið ikki eru í vandabólki, skulu arbeiða sum vanligt og ikki heimanífrá. Matstovur og aðrar fyritøkur skulu lata upp. Mentanar-, tónleika- og ítróttarvirksemi skal halda fram. Fólk, ið eru í vandabólki, kunnu vera við til slíkt virksemi, um tey hava hug til tað, meðan samfelagið sum heild røkkur verju av teimum, ið eru í vandabólki, gjøgnum uppbygda floksimmunitetin.

4. oktober varð henda yvirlýsing gjørd og undirskrivað í Great Barrington, USA, av:

Dr. Martin Kulldorff, professara í medisini á Harvard universiteti, biostatistikari og epidemiologur við serfrøði innan ávísing og eftirlit av smittandi sjúkuútbrotum og koppsetingartrygdarmetingum.

Dr. Sunetra Gupta, professara á Oxford universiteti, epidemiologur við serfrøði innan immunologi, koppsetingarmenning og matematiska modelling av smittusjúkum.

Dr. Jay Bhattacharya, professara á Stanford University Medical School, lækni, epidemiologur, heilsuøkonomur og fólkaheilsupolitiskur serfrøðingur við serfrøði innan smittusjúkur og viðbreknar fólkabólkar.

Translation by Oda Kjartansdóttir Strøm